Samstarvsavtala fyri eldraøkið í Norðoyggjum undirskrivað

 Viðareiðis kommuna hevur undirskrivað samstarvsavtaluna, sum er millum kommunurnar í Norðoyggjum. Samstarvsavtalan verður nevnd "Norðoya Bú- og Heimatænasta". 

Endamálið við hesum samstarvi er at líkastilla allar kommunurnar í Norðoyggjum og allar teirra borgarar í mun til tænasturnar innan eldraøkið. Luttakandi kommunurnar í Norðoyggjum eru samdar um, at tær í felag umvegis hetta samstarv - lutfalsliga eftir talinum av borgarum, skulu ognast og rinda fyri kommunalu røktarheimini og eldrasambýlini í Norðoyggjum v.m. og soleiðis rinda javnbjóðis fyri bæði gjørdar íløgur og árliga raksturin.