Ruddingardagur á Viðareiði 27.05.2014

                                               Ruddingardagur
verður á Viðareiði
 



týskvøldið 27. mai frá kl. 17:00 til
21:00



Vit
møtast í skúlanum, har vit bjóða høsnarunga og chips kl. 17:00



Farið
verður síðani at rudda í allari bygdini. Handskar og sekkir verða at fáa í
skúlanum.



Býtið
tykkum upp í smáar bólkar, so at øll bygdin verður ruddað.



Alt
órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við vegunum, so IRF-bilur kann koma at
heinta hetta.



Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og
tað, sum ikki brennir.



Eftir,
at liðugt er at rudda – um 21:00 tíðina verður farið aftur í skúlan til ein
kaffimunn,  har eisini ein plantupakki
verður útflýggjður til hvørt húski, sum hevur luttikið í ruddingini.



Vónandi
verður undirtøkan góð,  so vit kunnu
njóta okkara vøkru náttúru.



 



Vinarliga



Viðareiðis kommuna