Ruddingardagur 15. mai 2019

 

Ætlanin er, at árligi
ruddingardagurin á Viðareiði verður



mikukvøldið 15. mai frá kl. 17:00 til
21:00



Vit møtast í skúlanum, har vit bjóða okkurt til matna
kl. 17:00.



Farið verður síðani at rudda í allari bygdini.
Handskar og sekkir



verða at fáa í skúlanum.



Býtið tykkum upp í smáar bólkar, so at øll bygdin
verður ruddað.



Alt órudd verður savnað í sekkir/rúgvur fram við
vegunum,



so bilur kann koma at heinta hetta.



Óruddið má býtast upp í tað, sum brennir og tað, sum
ikki brennir.



Hendan løtan er ikki ætlað
til at rudda á egnum øki,



úr egnum bilhúsi,
kjallara, hjalli og øðrum.



Eftir, at liðugt er at rudda – um 21:00 tíðina verður
farið



aftur í skúlan til ein kaffimunn.



Ætlanin er, at tey, sum luttaka í ruddingini, kunnu
fáa ein plantupakka.



Vónandi verður undirtøkan góð,  so vit kunnu njóta okkara vøkru náttúru.



N.B. Um ikki viðrar, verður ruddingardagurin fluttur
  fylgið við á Viðingum.



 



Vinarliga



Viðareiðis kommuna