Lýsing eftir námsfrøðingi til dagrøktina á Viðareiði

Starvsfólk til dagrøktina
í Viðareiðis kommunu



Søkt
verður eftir námsfrøðingi ella starvsfólki í tíðaravmarkaðum starvi 40 tímar um
vikuna. Søkir eingin námsfrøðingur, kann annað starvsfólk setast í starv.
Starvið verður sett 1. august, um eingin onnur avtala er gjørd, og er undir
ábyrgd leiðslunnar. Starvstíðin er fram til 1. juli 2020.

Tann ið sett/settur verður skal :


  • Megna at arbeiða við børnum,
    ið hava serligar avbjóðingar.

  • Duga, við støði í námsfrøðiligum
    námsætlanum og stevnumiðum, at arbeiða við ymiskum evnum í teimum ymisku
    aldursbólkunum.

  • Duga at vísa og útinna
    tolsemi: at virða og vísa umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og
    starvsfeløgum.

  • Verða jaligur, stjálvstøðugur,
    ábyrgdafullur og hava góðan munnligan og skrivligan málførleika.

  • Duga at virka í góðum
    samstarvi við starvsfelagar og leiðara.

  • Hava hug og áræði til at
    skapa og íverkseta ein mennandi, tryggan, stuttligan og, til tíðir,
    øðrvísi gerandisdag saman við børnum og starvsfeløgum í ymisku tiltøkunum,
    ið verða fyriskipað.

  • Vera álítandi, nærverandi,
    nærlagdur og reiðiligur.

Vit bjóða tær:


  • Eitt avbjóðandi starv og
    jaligir starvsfelagar, ið virða og rúma ymiskleika.

  • Eitt lívsjáttandi starv, har
    øll eru við til at leggja dagin til rættis.

  • Eitt mennandi námsfrøðiligt
    umhvørvi fyri bæði børn og vaksin.

  • Námsfrøðiliga fyrireiking.

Løn- og setanartreytir:



Setanarøkið
er Viðareiðis Kommuna. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar
starvinum viðvíkjandi og skal kunna virka innan alt dagliga virksemið hjá
dagrøktini.



Starvið
verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgeravarafelagið.



Umsóknin
skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni. 2019 kl. 12.00 saman
við møguligum prógvum og viðmælum. Meiri fæst at vita við at venda sær til
leiðaran, Dianu Borgnýardóttir á tel. 231084.



Umsóknin skal sendast sum
bræv til:



Dagrøktin
á Viðareiði
Eggjarvegur
4
750 Viðareiði



ella sum teldubræv til:
vid.dagroktin@kallnet.fo