Leysgangandi hundar og kettur á Viðareiði

Viðareiðis kommuna hevur eina staðiliga áheitan til teirra, sum eiga hund ella kettu, um at ansa eftir, at hesi djór ikki eru til ampa ella skaða.

Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at hundar ganga leysir, og at nógvar kettur eru í bygdini til ampa fyri fólk og fæ. Harumframt eru komnar fleiri fráboðanir um, at ær kasta burtur orsakað av kettum.

Eisini heitir kommunan á fólk um at geva húskettum hálsband. Kommunan hevur í hyggju at minka um talið av útløgukettum og hevur í hesum sambandi útvegað nakrar kettufellur. Um ketta uttan hálsband kemur í eina fellu, kann hon verða avlívað, men um ketta við hálsbandi kemur í eina fellu, verður hon latin eigaranum.

Kommunan minnir í hesum sambandi á kunngerð um leysgangandi hundar, sí Løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar.