Kunning um broyting í dagrøktini

 Kunnað
verður um, at broyting verður framd í dagrøktini. Broytingin hevur við sær, at
dagrøktararnir verða í spælistovuni 4 dagar um vikuna og mikudagur verður
heimadagur. Broytingin fer fram í eini royndartíð og verður fram til dagrøktin
fer í summarfrí. Síðani verður eftirmett, um vit skulu halda áfram við
hesum. Broytingin verður framd, fyri at flestu børnini skulu hava
aldursvarandi børn at spæla við. Tað hevur sera stóran týdning at hava vinir ,
at fáa tær røttu avbjóðingarnar og at trívast fyri at mennast á rættan hátt.