Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár


Goymið ikki gamalt fýrverk – tað kann kykna av sær sjálvum!



Av trygdarávum vil IRF mæla fólki frá at goyma fýrverk til
næsta nýggjár. Betri er, um tað verður burturbeint á rættan hátt.



Fýrverk kann gerast óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í
hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini. Óstøðugt
fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða.



Av trygdarávum mælir IRF tí fólki frá at goyma fýrverk til
næsta ár.



Hvussu skal fýrverk
burturbeinast?



Fýrverk kann latast í reyða posan hjá IRF. Les
meira um reyða posan her.



Fýrverk kann eisini verða latið inn til eitt mannað
endurnýtslupláss.
Finn
títt pláss og upplatingartíðir her.
Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í
ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið.
Sum dømi kann nevnast, at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF júst av hesi orsøk.



Við størri nøgdum av fýrverki til burturbeiningar, verða
fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis
verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta
seg í samband við IRF.