Byggisamtykt fyri Viðareiðis kommunu

Kunngerð



Vísandi til §6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25 mai 2009, verður sagt frá, at uppskot til byggisamtykt fyri Viðareiðis kommunu liggur frammi til alment eftirlit í 3 vikur frá 22. februar til og við 15. mars 2012.


Byggisamtyktin liggur frammi á kommunuskrivstovuni, sum er opin týsdag kl.9:00-12:00 og hósdag kl. 13:00-17:00. Byggisamtyktin er eisini at finna her á heimasíðuni.


Mótmæli móti uppskotinum og broytingaruppskot mega verða send kommunustýrinum skrivtliga, áðrenn 6 vikur eru lidnar frá kunngerðardegnum - kærufreistin er 5. apríl 2012.


Viðareiði, tann 20. februar 2012


Viðareiðis kommuna