Bokashi kompost verkætlan

 Borgarar í Viðareiðis kommunu hava nú møguleika at fáa eitt Bokashi sett til endurvinning av lívrunnum burturkasti.

Meiri um Bokashi stendur at lesa á heimasíðuni hjá IRF: https://irf.fo/bokashi/?menuid=4608&org_menuid=859  Har er eisini ein vegleiðing til nýtslu av Bokashi spannunum.

Um tú ynskir at tekna títt húski til at fáa eitt Bokashi sett, skalt tú senda ein teldupost til info@vidareidi.fo í seinasta lagi 16.10.2020