Fimleikarhøllin

Útleigan av fimleikarahøllini á Viðareiði

1. Høllin kann leigast fra kl 18:00 til og við kl 22:00 allar vanligar skúladagar. Skúlafrídagar kann høllin leigast við at venda sær til vaskifólkið ella bygdaráðið. Sunnu- og halgidagar verður høllin ikki útleigað.

2. Høllin fæst vanliga til leigu við at venda sær til vaskifólkið.

3. Leigan er ásett at vera 150 kr. fyri vaksin og  75 kr. fyri børn um tíman. Leigan skal gjaldast til vaskifólkið aðrenn lykil verður latin.

4. Leigarin hevur ábyrgdina av, at høllin verður latin aftur í sama standi, sum hon var. Fløskur, pappír og annað órudd má ikki liggja eftir í høllini, umklæðisrúmi, goymslurúmi ella aðrastaðni.

5. Í høllini er noktað at nýta uttanduraskógvar.

6. Álagt verður øllum at handfara øll skúlans amboð og høli væl til trivnað og gleði fyri øll.

7. Royking er strangliga bannað.

8. Brot á hesar reglur gevur karantenu

Samtykt á bygdaráðsfundi 27. februar 2007