Fíggjarætlanin fyri 2017 samtykt

 

Fíggjarætlanin fyri 2017 varð samtykt á kommunustýrisfundi 22.11.2016.

Samlaðu  inntøkurnar  fyri komandi ár verða mettar at vera 17.2 mió. kr. Rakstrarútreiðslurnar verða 14.4 mió. kr., harav 3 mió. kr. fara  til eldraøkið.

Ætlanin er at gera íløgur fyri 2.4 mió.kr. Stórur  partur av íløgunum fer til vegagerð og fríðkan av kommununi  umframt til spillivatnsætlanina.

Avdrøg av láni verða 0,4 mió. kr. og rentuútreiðslur 0,3 mió. kr.

Skattaprosentið lækkar úr 21,5% niður í 21% og barnafrádrátturin verður óbroyttur, 6.500 kr.