Earth Hour á Viðareiði

 

Martin Joensen vitjar á Viðareiði ...

Komandi leygarkvøld verður altjóða tiltakið "Earth Hour" hildið í býum kring allan heimin.

Kommunan hevur tikið stig til at Viðareiði eisini skal verða partur av hesum tiltaki. Og tí verður skipað fyri eini hugnaløtu hetta kvøldið, samstundis sum kommunan sløkkir gøtuljósini í bygdini.

Leygarkvøldið frá kl. 20:30 og ein tíma fram verður heitt á fólk um at sløkkja ljósini heima við hús, til tess at vísa á týdningin av einum reinum umhvørvi. Í hesum tíðarbili fer Martin Joensen, sangari, listamaður og yrkjari at siga frá síni søgu í skúlanum. Hann fer eisini at spæla ein hóp av vælkendu sangum sínum.

Vælkomin í skúlan til eitt hugnaligt kvøld í Viðareiðis skúla. Aftaná verður ein góður drekkamunnur at fáa!

Og sjálvandi: Tiltakið er ÒKEYPIS!!