Brenna bál á nýggjárinum ?

Borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum, skulu skrásetast hjá Sløkkiliðnum. Her er vegleiðing til skráseting og bálbrenning.

Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan, minst so til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum. Leinki á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.

Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni, sum er tøk her.

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað.

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:

  • Reinur og turrur óviðgjørdur viður
  • Ólitað pappír og papp
  • Jóla­trø og annað grann

Hetta er ikki loyvt at brenna:

  • Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
  • Viðgjørdur og málaður viður
  • Sagu­spønir og spønplátur
  • Húsarhaldsburturkast
  • Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)
  • Klæðir, leður og annað
  • Mjólkarpakkar
  • Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)